Summarlega 2023

8.08. 2023 | Ljósmyndir, Tíðindi

 

Leygardagin tann 5. august skipaði systir Florence fyri summarlegu fyri børnum og teirra foreldrum í Mariukirkjuni. Evnið hendan dagin var: “Ein familjuferð ígjøgnum bíbliuna”. Dagurin byrjaði við eini messu í kirkjuni, har børnini sungu; Rose, ein av mammunum, las fyrsta lesturin. Aftaná varð ábit saman við faðir Peter.

So var tíð at spæla; eftir hetta var bíbliutími, sum umfataði at fáa at kenna mammur, pápar og børn í bíbliuni. So var video/filmur um bíbliuna og ein bíbliu-spurnarkapping. Síðani varð skipað fyri skatta-jakt í plantaguni, har børn leiddu teirra foreldur, sum høvdu bind fyri eyguni, í teirra leitan eftir skattum. Eftir hetta var tíð til spæl og ís, áðrenn nátturði varð etin saman,-hendan hevði Louisa gjørt, ein av mammunum.

Takk til tykkum øll, ið gjørdu henda dag møguligan. Guð signi tykkum!

 

 

Share This