Eftir siðvenju er mai mánaður ognaður Mariu, ið eisini er tíðin, tá alt sprettir og spírar. Vit seta eisini várið í samband við, at náttúran vaknar av nýggjum. Á sín egna hátt gav Maria eisini heiminum nýtt lív við at føða okkara frelsara Jesus Kristus, og tí æra vit hana og biðja hana biðja fyri okkum og læra av hennara fyridømi.
Heil veri tú, Maria,
full av náði,
Harrin er við tær.
Vælsignað ert tú millum kvinnur,
og vælsignað er frukt móðurlívs tíns, Jesus.
Heilaga Maria,
móðir Guds,
bið fyri okkum syndarum,
nú og á okkara deyðastund.
Amen.
(Lukas 1: 26-56)
Trýst á hesar leinkjunar, har tú kanst fáa meira upplýsing: