Páskadagur

10.04. 2023 | Prædika

 

Vit hava beint nú livað ígjøgnum eina heilt serstaka viku í heimssøguni. Síðsta sunnudag mintust vit dagin, tá ið Jesus kom inn í Jerúsalem við eini mannamúgvu, sum beyð honum vælkomnum: “flest øll av mannamúgvuni breiddu klæði síni á vegin, og summi brutu greinar av trøunum og løgdu á vegin. Men mannamúgvurnar, sum gingu undan honum og sum gingu aftaná, rópaðu og søgdu, Hosianna, Dávids sonur! Vælsignaður veri tann, ið kemur í Harrans navni! Hosianna í hægsta himli!” Men ikki øll vóru so glað. Ein av nærmastu vinum hansara hevði útflýggjað hann til myndugleikarnar. Jesus varð settur í varðhald, dømdur til deyða og avrættaður á krossinum á Golgata. “Á tí staði, har sum hann hevði verið krossfestur, var urtagarður, og í urtagarðinum nýggj grøv”, og har løgdu Jósef úr Arimateu og Nikodemus Jesu likam. Men deyðin kundi ikki halda Jesusi, og hann reis upp frá deyðun. Í dag hátíðarhalda vit tað nýggja lívið. Jesus lovaði okkum, at tann, sum trýr á hann skal aldri um ævir doyggja. Hann bjóðaði okkum lut í ævigum lívi.

Frá kirkjunnar fyrstu døgum hava kristin hátíðarhildið hetta nýggja lívið við dópssakramentinum. Í teimum fyrstum døgunum, fólk sum ynsktu at gerast kristin gingu niður í vatnið, sum vanliga var ein á, og tá tey komu upp aftur byrjaðu tey ein nýggjan kapittul í teirra lívi. Tey hvítu klæðini í einum dópi er eitt tekin um eina nýggja byrjan. Tá nýggj kristin verða doypt játta tey hvat tey trúgva (um tað er eitt barn, er tað onkur annar, ið svarar teirra vegna): tey siga at tey trúgva á Gud, hin alvalda Faðir, skapara himins og jarðar, á Jesus Krist, Guds einborna Son, váran Harra, og á Heilaga Andan. Men áðrenn tey fara niður í vatnið, skulu tey nýggju kristnu kunngera at tey vísa alt tað ónda frá sær. Áðrenn tey siga hvat tey trúgva, skulu tey avnokta djevulin, allar gerningar hansara og allan atburð hansara.

Um eina lítla løtu, fert tú at endurnýggja tíni dópslyfti. Í ár, fyrislái eg tykkum, at minnast tey tingini tit avnoktaðu fyri at gerast kristin: tað vil siga, alt sum er ónt. Tað var eitt álvarsligt lyfti, og tað eigur at vera eitt álvarsligt lyfti í dag. Um tú ert sannur, tá tú endurnýggjar tíni dópslyfti, kundi tað verið ein nýggj byrjan sum kristin. Tað kundi veruliga verðið eitt nýtt lív, tað nýggja páskalívið.

Fr. Peter

 

Les hugleiðingina hjá Fr. Peter á enskum: HIGAR

 

 

Share This