Øskudagur er nú mikudagin (22 februar). Gudstænasta verður í Mariukirkjuni kl. nítjan tretivu.
Øskan, ið vit fáa á okkum øskudag, er til minnis um, at vit eru komin úr mold, og at vit aftur skulu verða til mold, og tí átti alt lívið hjá einum kristnum menniskja at verið eyðkent av sjálvsnoktan og gávumildi.
Sambært vanligum føstusiði eiga vit støðugt at biðja og lesa Guds orð, vit eiga at fasta øskudag og langafríggjadag, vit skulu halda okkum frá kjøti fríggjadagar, og vit skulu fremja miskunnargerðir, serliga ímóti teimum, ið lítið hava.
Tað, ið hevur týdning, er, at vit í bøn og góðum gerðum loyva Guds náði at gera okkara innaru broyting sjónliga. Bótarinnar sakramenti eigur at vera partur av føstuhaldinum.
Fríggjakvøldið kl. nítjan tretivu verður Krossvegur her í kirkjuni.
Trýst á hesar leinkjunar, har tú kanst fáa meira upplýsing:
Meddelelse i forbindelse med fastetiden og påsketiden 2023
Fasteindsamling 2023 – Caritas Danmark