Kirkjan hátíðarheldur hátíðina fyri okkara Frúu í Lourdes tann 11. februar. Tað er eisini heimsbønardagur teirra sjúku, har vit verða boðin at biðja , serstakliga fyri teimum sjúku og teimum, ið taka sær av teimum. Í ár ljóðar boðskapurin frá Frans Páva aftur um tann góða sámarittin, ið ljóðar soleiðis: “Røkta hann nú” (Luk. 10,35) og hann heitir á okkum, um at taka okkum av teimum sárbæru, teimum veiku og teimum sjúku, eins og sámarittin tók sær av tí sjúka manninum.
Hesin dagur er eisini eitt høvið at taka ímóti sakramentinum “salving teirra sjúku”. Hetta sakramentið verður givið teimum eldru, teimum sjúku og teimum, ið skulu undir skurð. Hetta sakramentið fevnir um bønir fyri teimum sjúku og salving við heilagum oljum.
Sunnudagin tann 12. feb. kl. 11.00 undir messuni, býður Faðir Peter, hetta sakramentið. Hann sigur soleiðis; “Um tú kennir, at tú kanst fáa tað betri, ger so væl og kom fram.”
Trýst á hesa leinkjuna, Message of Pope Francis on the World day of the Sick har tú kanst lesa meira um boðskapirnar hjá Frans páva um heimsbønardag teirra sjúku. (tøkt á 11 málum)