Tann 20. august skipaði Sr. Florence fyri seinnapartshugnaði í barnagarðinum fyri børnum í sóknini. Seinnaparturin varð kallaður ”Bóka veitsla”! Hvørt barn var biðið um at hava sína yndis bók við og skuldu fortelja hinum um, hví teimum dámdi bókina. Aftaná varð uppmerksemið vent ímóti einai aðrari bók, Bíbliuni. Tey brúktu tíð upp á at leita eftir skriftstøðum, og litaðu síðani myndir við somu evnum. Tey bóðu rósukransin saman og høvdu eisini tíð til at spæla og eta!
Týsdagin 23. august, upplivdu fleiri av okkara sóknarlimum ta gleði at síggja Hanus Norðberg verða móttiknan inn í katólsku kirkjuna. Undir liturgiini, sum fór fram í klostrinum, ”Kerit”, tók Hanus í móti báðum sakramentunum, konfirmatiónsakramentinum og heilagu kommuniónini. Vit ynskja Hanusi hjartaliga til lukku og biðja fyri at hann skal vaksa og styrkjast í trúgv síni.
Sunnudagin 4. september, framførdi tónleikabólkjurin ”Norðan”, ið var settur saman av einum týskum harpisti, Thomas Loefke, og føroyska violinspælaranum, Angeliku Hansen, eina vakra konsert við mediativum tónleiki í Mariukirkjuni.