Sunnudagin, 3. apríl, varð tað nýggja kirkjuráðið valt. Nógv fólk møtti upp hendan dagin og eisini vóru nógvar brævatkvøður. Biskoppurin, Kozon, var eisini og vitjaði sama vikuskiftið (31.03 – 04.04), so hann var saman við okkum til messu og kirkjukaffið aftaná. Undir kirkjukaffinum nýtti Sr. Marisa høvið til at takka Kinn Magnussen fyri 50 ára tænastu í kirkjuráðnum, sum formaður, skrivari og vanligur limur.
Vit ynskja okkara nýggja kirkjuráði tillukku: Sr. Marisa, Jean, Jon og Winda. Má Gud vælsigna tykkum og vegleiða tykkum.
- The newly elected parish council with Bishop Kozon
- The extended parish coouncil (missing: Sr. Florence)
- Parishioners vote and enjoy church coffee with Bishop Kozon