Tann fyrsti boðskapurin til føstuna kom frá John Páva XXIII í 1963; Paul Pávi VI skrivaði ein í 1973, og er tað komin ein føstuboðskapur líkasíðani. Boðskapurin frá Páva Frants í ár er ein reflektión um tað, sum Paulus skrivaði í kap. 6 í brævi hansara til Galatamanna. “men latum okkum ikki troyttast av at gera tað, sum gott er! Tí at í sínum tíma skulu vit heysta, um vit ikki gevast. Latum okkum tá, eftir tí sum vit hava føri til, gera øllum gott og helst trúarfeløgum okkara!” (6,9-10).
Føstutíðin er ein andalig hvíldartíð, um vit brúka hana væl. Hon hjálpir okkum til at fyrireika okkum til ta týdningarmiklastu høgtíðina í tí kristna árinum, tað, sum kallast ”páska loynidómurin um Jesu Kristi deyða og uppreisn”. Eins og í eini og hvørjari andaligari retrætu krevur hon sjálvs tamarhald. Vit vera biðin um at gera trý ting, sum vit gera alt árið, men vit leggja serliga týdning í tey í hesi tíðini: bøn, føsta og olmussa…
Les restina av hugleiðingunum hjá Fr. Peter (á enskum): Sinnopskornið, Lent 2022 pdf