Í kapittul 19 í Lukasarevangeliinum er ein søga um Jesus, ið kemur til býin Jeriko. Øll høvdu hoyrt um hann, og tey ynsktu eisini at síggja hann, so har var nógv fólk savnað. Ein av hesum var yvirtollarin Sakkeus. Hann var ikki væl lýddur í býnum, men sum øll hini, vildi hann eisini síggja Jesus. Hann var lágur á vøkstri, so illa bar til at síggja Jesus, so hann klintraði upp í eitt morberjatræ fyri at fáa betri útsýni. Jesus kallaði á hann, meðan hann sat uppi í trænum, og segði við hann, at hann ætlaði at vitja Sakkeus heima hjá honum. Tann samrøðan, sum teir høvdu, broytti hansara lív.
Í 2014 samlaðist ein bólkur av studentum í London saman við faðir Stepen Wang, teirra univerisitets-presti; endamálið var at finna út av, hvussu kristindómurin kundi gerast meira atkomuligur fyri onnur lesandi. Fyri at gera eina langa søgu stutta, komu tey til ta niðurstøðu, at gera nakrar stuttfilmar, sum síðani eru gjørdir umaftur meira “professionelt”, teir eru kjarnan í einari heilt nýggjari skrá, sum er sniðgivin fyri at hjálpa fólki at hugsa um lívið og trúnna. Tey nevndu tað fyri: Morberjatræið, ið var træið, ið Sakkeus kleiv upp í fyri at síggja Jesus; tann fullkomna ímyndin av nøkrum, ið hjálpir fólki at fáa meira og breiðari innlit í Jesus og alt tað, ið hann kann geva okkum.
Viðhvørt hyggja fólk at morberja-filmunum heima við hús, men tað sær út til at rigga betri, um fólk savnast fyri at hyggja at einum filmi og tosa um hann aftaná, kanska afturvið einum kaffimunni og køkubita. Í summum sóknum er morberja-filmarnir ein partur í fyrireikingini fyri at taka ímóti sakramentunum, so sum dópi, ferming ella kommunión. Filmarnir kunnu hjálpa okkum at læra meira um okkara trúgv ella vátta okkum í, at vit eru á “røttum spori”.
Morberjatræ-skráin á alnótini er at finna á www.sycamore.fm á enskum, donskum, hollendskum, fronskum, lettiskum, norskum, polskum, portugisiskum, sponskum, svenskum, veitnamesiskum- tíverri ikki á føroyskum ella tagalog máli enn. Hví ikki hyggja at tí? Um tú hevur hug at kanna hetta nærri saman við øðrum, gev systrunum, diakoninum Christian ella faðir Peter eitt prei.
Meira upplýsing: VELKOMMEN TIL SYCAMORE! (Dansk)