– Tað tekur eina løtu, áðrenn tú veruliga merkir tað gagnliga við kyrrudøgunum.
Tá tú kemur beint úr gerandismeldrinum í kvirru, er oftast tørvur á eini skiftistíð.
At taka stikkið úr og vera í kvirru í tvey samdøgur er gevandi á so mangan hátt.
Fyri prestar er hetta ein háttur at koma nærri Gudi, men øll kunnu fáa gagn av kvirruni, er Marjun í Kálvalíð sannførd um.
Lurta higar: Vit eiga ikki at óttast kvirruna – Góðan Morgun Føroyar, 17 januar (20 min)