Jólaprædikan

27.12. 2021 | Bøn, Prædika

Søgan, í evangeliinum hjá Lukasi, sum vit hava hoyrt í nátt (Midnáttarmessan), er ein av teimum kendastu søgunum í heiminum. Í kristnum londum er tað allarhelst tann kendasta søgan, og fyri okkum er tað so nógv meira enn bara ein søga. Evangeliið fortelur okkum um, tá Jesus var føddur, hvar tað hendi og hvør, ið var ein partur av hesi stórfingnu hending. Eg havi ikki verið her so leingi, men eg havi ein rímiligan varhuga av, at her er stór virðing fyri kristindóminum ímillum tað føroyska fólkið, eisini ímillum tey, ið ikki trúgva á Jesus Kristus. Soleiðis plagdi tað eisini at vera í mínum heimlandi, Englandi, men mentanin har er nógv broytt, síðani eg var smádrongur. Nú er tað sera vanligt at møta ungum fólkum og børnum, sum onga hóming hava av, hví vit hátíðarhalda jólini. Hetta kann eisini henda her. Eg vóni tað ikki, men vit eru ikki før fyri at síggja serliga langt inn í framtíðina.

Tað er sera umráðandi at hoyra søguna, sum hon hevur verið fortald í nærum tvey túsund ár. Vit hava júst hoyrt hana, men hvussu nógvar av smálutunum minnast vit, eina løtu eftir, at hon er søgd? Eg havi hug at koma við einum uppskoti til, hvussu vit kunnu halda fast í tí, sum hevur týdning í mátanum, Lukasar evangeliið fortelur okkum um Jesu føðing. Eg haldi, at besti mátin at minnast, er at spyrja, hvør var ein partur av hendingini og eygleiða tey. Høvuðspersónarnir eru Jósef og Maria, hirðarnir og einglarnir…

Fyri at hugsa meiri um jólasøguna, sí:  Jólaprædikan 2021, pdf

 

 

Share This