Skráin, nú stundar til jóla

14.12. 2021 | Tíðindi

 

Mariukirkjan fer at fylgja teimum almennu koronatilmælunum frá landstýrinum. – hetta við frástøðu og í mesta lagið 50 fólk í okkara kirkju. Vinaliga kom bara í kirkju, – um tú ert fult koppsett/koppsettur, – hevur ein nýggja koronaváttan ella hevur havt korona seinasta árið. Her er sjálvsagt talan um umhugsni; hvussu týðandi tað er, at hugsa um heilsustøðuna hjá øðrum og tíni egnu heilsu. Ver varin og tryggur, og fylg okkara facebook-síðu og/ella okkara heimasíðu www.katolsk.fo.

Til okkara miðnáttarmessu kunnu vit bjóða 50 fólkum, ið eru limir í sóknini. Tú mást seta navn títt á ein lista, ið er tøkur í kirkjuni, hetta áðrenn messuna, sjálvsagt. Miðnáttarmessan verður send beinleiðis í KVF.

Skráin, annars, til messu, er sum vanligt til og við 23.des.

Fyri nærri kunning, sí:   Schedule for events in Mariukirkjan at Christmas and New Year, pdf

Sinnopskornið (á enskum), sí:   Sinnopskornið Christmas: 2021, pdf

 

Skriftarmál er sum vant í rúminum í neðra, fyri endan av trappuni. Um tú ikki ert før/førur, ella hevur ringt við at ganga, ber til at fáa faðir Peter at koma upp í erva í kirkjuni.

Tilbiðjan av teim´ heilagu sakramentunum er hvønn sunnudag kl. 18, har enda verður við bøn, eftirfylgjandi við vælsignilsi.

Afturvent verður til tí vanligu skránna mánadagin 3.jan.

 

 

 

Share This