Teir filipinsku katolikkarnir aftanfyri Laudato Si´ rørsluna

25.09. 2021 | Tíðindi

Í byrjanini av 2015 vitjaði Frans Pávi Filipinirnar. Sama dagin hann kom, bleiv tann heimsumfatandi katólska veðurlagsrørlan sett av bakkastokki. Tað var eisini sama árið, at Frans pávi skrivaði sítt “encyklika, Laudato Si”, at heimsins leiðarar hittust og undirskrivaðu Parísaravtaluna.

Rørslan, sum byrjaði í Manilla í 2015, er nú kend sum Laudato Si´-rørslan: https://laudatosimovement.org/learn/our-story/ og hevur hon vaksið seg til eina veruliga heimsumfatandi rørslu. Hetta vísir, hvussu nógvir katolikkar (og onnur menniskju) veruliga eru stúrin um, hvat vit, í sokallaðu menningarlondunum, hava gjørt og halda fram við at gera, ið skaðar okkara felags heim.

Vit hava nógvar filipinar í okkara sókn, møguliga teir hava vilja, áhuga og áræði til at vísa okkum á leið, hvussu vit kunnu vísa umsorgan fyri Guds skapanarverki og fyri teimum fátøku á jørðini. Tað hevði verið fantastiskt, um vit saman kundu funnið mátar at prógva, hvussu nógv vit ynskja at ansa eftir okkara felags heimi og okkara fátækastu systrum og brøðrum runt um í heiminum. Um tú hevur onkur hugskot um, hvussu vit kunnu gera hetta saman sum ein sókn, so deilið tað endiliga við Systir Mariu ella Faðir Peter.

Lesa meira á enskum:  Laudato Si´Movement – Fr. Peter (pdf)

 

Meira upplýsing

Pavens intentioner: henimod en bæredygtig livsstil med omtanke for miljøe

Skabelsenstiden 2021

Laudato Si´Movement       

Laudato Si´ Action Platform

Laudato Si´Encyclical, 2015 á 16 málum (read online, download or buy)

A Joint Message for the Protection of Creation (1st. September 2021)

 

 

 

Share This