Stella Maris Nordic

13.08. 2021 | Ljósmyndir, Tíðindi

Stella Maris er tann størsti skips-vitjandi netverk í heiminum; hann er eisini tann almenni hjálparfelagsskapurin á sjónum hjá tí katólsku kirkjuni.Í januar 2019 gjørdist diakonurin David Noval leiðari fyri Stella Maris Nordic (í norðurlondum), hetta eftir eina  ráðstevnu hjá teimum norðurlendsku biskuppunum.

Sunnudagin 8. august vitjaði David Mariukirkjuna og leiddi sunnudagsguðstænastuna saman við okkara diakoni Christiani Gabrielsen. Hann nýtti eisini nakrar minuttir, at fortelja meinigheitini um Stella Maris og hansara vónir um at útbyggja og útvikla organisatiónina í norðurlondum, og sjálvsagt eisini herheima.

Tað er møguligt at gerast virkin innan arbeiði hjá Stella Maris gjøgnum bønir, at geva eina peningaliga gávu, binda klæði til sjómennirnar, at vitja umborð og á sjúkrahúsum, umseta, kunna og hjálpa til. David hevur longu fingið í lag eitt samstarv við Torleif Johannesen, sum er virkandi leiðari fyri sjómansmissiónina herheima (hjá fólkakirkjuni).

Fyri nærri kunning, sí:

https://www.stellamaris.org.uk/

https://www.stellamarisnordic.org/ (á 14 málum)

 

Share This