Summarlega

3.08. 2021 | Ljósmyndir, Tíðindi

Systir Florence skipaði fyri eini 2-daga summarlegu tann 23-24 juli; til hesa legu luttóku ellivu børn. Evnið var “evangelii-koppsetting” við Santa Paulus.

Við filmi, søgum, tekning, spølum og handarbeiði, lærdu børnini um Santa Paulus, hansara kærleika fyri Krist, hansara dirvi og ofri. Tey lærdu eisini teknmál, luttóku í eini skattaveiðu í plantasjuni. Tey vitjaðu eisini fleiri støð, ið eru søguliga sett í samband við tað katólsku kirkjuna í Føroyum. Alt hetta meðan tey eisini ótu, svóvu, tosaðu, stuttleikaðu sær og spældu spøl saman!

Summarlegan endaði við eini familju-messu, har børnini sungu og lósu bønir; eftir messuna hugnaðu tey sær saman við foreldrum við einum drekkamunni.

Ein stór tøkk skal ljóða til systir Florence og hennara hjálparar faðir Peter, Claudia og Evelinita.

 

(Click on the photos to enlarge)

 

 

Share This