Eta Saman

1.06. 2021 | Tíðindi

 
Hetta tiltak er tí verri AVLÝST vegna ov nógv korona beint nú.
Lata okkum gjøgnum næstu viku, har tiltakið skuldi havt funnið stað, hugsa eyka um at vera nakað fyri hvør annan móti einsemi.

 

Góðu tit

Caritas Danmark er við í fólkafylkingini móti einsemi, sum skipar fyri tiltakinum vit “ETA SAMAN” í viku 23 (7-13 juni).

Vit í Mariukirkjuni fara at royna at stuðla hesum tiltaki og koma hvør øðrum við. Kanska heilsa upp á onkran ella vitja onkran, vit ikki kenna so væl. Øll eru vælkomin, ynskir onkur at luttaka og ikki hoyrir til Mariukirkjuna, ber eisini til at vera við.

Til vertirnar: Tað er upp til vertirnar sjálvar, hvat teir vilja bjóða “heim” til, men hetta er ikki ein kapping, so um ein bert kann bjóða fáum heim, er tað fínasta slag, og um ein bjóðar til onkra einkulta máltíð ella okkurt øðrvísi, t.d. ein gongutúr, ja so ber eisini til. So er bert at vóna, at onkur kemur.

Sigið mær frá, um tit kunnu bjóða til okkurt, sigið helst frá áðrenn sunnudagin 6. Juni kl. 9.00. So heingi eg eitt uppslag upp í kirkjuni sunnudagin 6. juni og sendi tað runt á alnótini onkursvegna.

Tilmelding er til vertin, hetta er so nógv lættari. Soleiðis má ein seta seg í samband við vertin og spyrja um pláss er at koma til tiltakið. Um ikki fleiri pláss eru eftir, kann verturin siga mær frá, so skrivi eg í skemaið, at tað er fullteknað. Hetta skema kann eg deila onkursvegna eina ferð um dagin dagført við tey, sum eg haldi hava áhuga, sum so aftur kunnu deila víðari.

Eg havi gjørt eitt uppskot um skema at hanga upp. Sí viðheftu fílu: YVIRLIT-YVIR-eta-saman

VH Rakul Guðjónsson, umboðskvinna fyri Caritas Danmark í Føroyum

Tlf: 512844   –   Teldupost: rakulg@live.dk

 

Share This