Sunnudagin tann 23 Mai, – Hvítusunnudag, hátíðarhildu Franciskanasystrarnar (Franciscan Missionaries of Mary) teirra 90 ára komu til Føroya.
Í hesum sambandið var messa í Mariukirkjuni, og sóknarpresturin Peter Fleetwood stóð fyri henni.
Til at byrja við, í messuni, bóru systrarnar, Cecilia, Louisa, Marisa, Maria og Florence, eyðkennislutir inn, ið vóru settir framman fyri altarið. Sharon, ein fyrrverandi studentur hjá Franciskanasystrunum í India, las eina stutta viðmerking um evnið.
Systir Florence las fyrsta lestur á fronskum, meðan systir Marisa las næsta lestur á føroyskum. Sóknarlimurin Hanna las bønirnar.
Teir, ið stóðu fyri tónleikinum henda dagin, vóru Ari (organistur), Ole Jakob (tvørfloytu), Anette (violin) og Raymund leikti gittar.
Móti endanum av messuni, segði systir Maria nøkur orð á enskum um Fransiskanasystrarnar, – teirra søgu, heimsmissión, íblástur og trúgv. Sí: Who are the Franciscan Sisters? What do you know about them?
Tá messan var komin at enda, var skipa fyri kirkjukaffi í Kerit.
Herfrá skal ljóða ein tøkk til Saviour Mifsud, sum tók myndir, eisini skal ein tøkk ljóða til tykkum, ið komu við ymiskum leskiligum at eta.
Sí hetta leinki, at síggja meira myndir: Saviour Mifsud Photography – 90 Years Anniversary of the Sisters
Lesa meira: Katólska kirkjan í Føroyum