Biðja fyri, at pandemiin fær ein enda

27.04. 2021 | Bøn, Tíðindi

“Pávi Frans hevur biðið katolikkar runt um í heiminum um at biðja Rósunkransin allan mai mánaða og serliga at biðja fyri, at Corona pandemiin fær ein enda. Okkara meinigheit í Føroyum biðir longu Rósunkransbønir regluliga sunnudagar kl. 10.30 í Kerit.

Øll kunnu ikki vera har persónliga, so tað hevði verið ótrúliga gott, um fólk kundu biðið Rósinkransin heima ella onkra aðra staðni, kanska biðið saman sum ein familja.

Bispur Chezlaw hevur givið okkum boð um, at tað er møguligt at vera við on-line á heimasíðuni hjá Skt. Nikolaj meinigheitini í Esbjerg, sum stroymar Rósunkransin hvønn dag kl. 18.

Um tú ikki ert von við at biðja Rósunkransin, kanst tú finna útav øllum, hvussu tú biðir hann á meinigheits heimasíðuni, har tað stendur um bøn”.

Peter Fleetwood, prestur

 

Hvønn mánadag í mai mánað fara vit at biðja rosukransbøn kl.19.30.

3. mai: í Kerit.

10.mai: hjá Gunnleyg

17.mai: hjá Erlu Mariu

31.mai: hjá Hannu

Øll eru hjartaliga vælkomin.

 

Meira upplýsing:  

Opfordrer til at bede rosenkransen hele maj måned for at stoppe pandemien   –  katolsk.dk

Biðja rósukransin:  Sankt Nikolaj Kirke hvønn dag, kl.18 (Danmark) á YouTube

 

 

Share This