Caritas Danmark sjósetir lesibólka átak, sum vit í Føroyum eru meira enn vælkomin at luttaka í. Við lesnaðinum verður tú tikin við á eina bókmentaferð. Caritas hevur valt út tíggju fagrar bókmentur, sum fevna um bæði klassikarar og nýggjari verk. Bøkurnar lýsa evnini at flíggja undan kríggi og øðrum kreppum og fátakradømi sum fylgir við tí at flýggja. Hvussu tað kann kennast tá vanligi dagligdagurin hvørvur, og allir kensluligir og fíggjarligir samanhangir hvørva og tá familiir skiljast hvør frá øðrum.
10 ymiskar bøkur, eini 10 mánaðir – og tú ríkar tína fatan av heiminum í dag og virðinum ta einstaka menniskja hevur.
Tilfarið til lesibólkarnar er framleitt til almenningin, og er soleiðis fyri ØLL lesiáhugaði sum ynskja at luttaka. Í løtuni er tilfarið bert á donskum.
Fyrsta bókin, ið lisin verður er: ”En bøn til havet” eftir Khalid Hossein.
Fari verður undir lesibólk, sum hittist eina ferð um mánaðin í kirkjukjallaranum í Mariukirkjuni í Tórshavn.
Vit hittast fyrstu ferð fyri at seta hol á lesnaðin 11. nov. 2020 kl. 19-20.
Meira upplýsing um tiltakið: Caritas lesibólkur-ag (pdf. download)
Eru spurningar ella áhugi fyri at luttaka í lesibólki, ber eisini til at seta teg í samband við Rakul Guðjónsson, umboð fyri Caritas í Føroyum.
E-mail: rakulg@live.dk, tel: 512844
Caritas Danmark er ein partur av heimsins størstu menningar- og neyðhjálparorganisatiónum. Føroyar og Grønland eru bæði knýtt at Caritas Danmark. Sum neyðhjálparorganisatión eru vit vorðin varug við, at áhugin í at hjálpa flóttum er í minking. Vit ynskja tí at styrkja tann fólksliga áhugan fyri hesum arbeiði (Les meira um Caritas Danmark)