Peter Fleetwood, prestur, kom til Føroya via Danmark hósdagin 1. oktober. Hann skal í fyrstu syftu vera her til 19. oktober. Hann kemur tó aftur til Føroya 1. desember og verður tá í fýra vikur.
Peter Fleetwood, prestur, var í Føroyum fyrstu ferð í tvær vikur í juli 2018. Hann er 66 ár, elst av trimum systkjum og kemur upprunaliga úr Liverpool, Stóra Bretlandi. Hann hevur lisið til prest á ”English College, Rome.” Aftaná at hann var vígdur, hevur hann undirvíst í 35 ár í filosofi bæði í Rom og í Stóra Bretlandi, hansara áhugamál fevna um alt frá ateismu til politiskar filosofiir og metafysik. Hann hevur eisini tænt sum prestur í fýra sóknum, sum prestur í einum stórum katólskum ungdómsskúla og sum prestur fyri eitt stórt sjúkrahús í Liverpool. Afturat tí hevur hann brúkt sjey ár í Ráðnum fyri mentan í Rom og fýra ár á kontóri fyri Ráðið fyri evropisku bispakonferansuna í Sveis, so vit kunnu við vissu staðfesta, at hann hevur nógvar royndir í skjáttuni.
Hansara fyrsta sunnudagsmessa var hátíðarhildin við sóknarbørnum sínum í Mariukirkjuni sunnudagin 4. oktober, tá vit hátíðarhildu dag St. Francis av Assisi, ið er so kærur okkara sókn. Hann tosar fleiri mál flótandi og dugir at lesa danskt næstan til fulnar. Hann sær nú fram til at fara at læra seg føroyskt og at læra sítt sóknarfólk at kenna.
Vit ynskja Fr. Peter so hjartaliga vælkomnum og vóna at hann fer at trívast og hava tað gott her hjá okkum í Føroyum.