
Vit vóru sera heppin at hava Paul Marx saman við okkum, stóran part av teimum seinastu seks mánaðunum. Takka verið honum, vóru kirkjudyrnar ongantíð stongdar. Fólk kundu altíð koma innar og nýta høvið at biðja í einingi. Messan varð eisini hátíðarhildin hvønn sunnudag í sóknarkirkjuni. Systrarnar og nøkur einstøk sóknarbørn luttóku, alt meðan tær almennu tilráðingarnar vóru hildnar.
Ikki hava vit havt kirkjukaffi ella nøkur tiltøk síðan mars-mánaði… og hóast minni var av kirkjufólki enn vanligt, nýttu vit hondspritt og hildu frástøðu. Lívið helt á; tað broyttist, -men tað steðgaði ikki!
Vit hava havt stóra gleði, at tikið ímóti Eilif sum lim í tí katólsku kirkjuni, hetta páskasunnudag; eina viku seinni legðist Ívar afturat. Hvítusunnudag, vóru trý børn, Eryk, Ingibjørg-Lilja og Heimur til teirra fyrstu altargongd. Í juli mánaði, bleiv Lukas doyptur. Í august mánaði gjørdist Heini eisini limur í tí katólsku kirkjuni; eina viku seinni, var dóttir Heina, Kristina Margreta, til hennara fyrstu altargongd. Okkara Taizé bønarkvøld byrjaði aftur í septembur, hetta er ikki, sum vant, í Kerit, men í Mariukirkjuni. Eisini í septembur, var tað ein sonn gleði, at síggja tvey børn, nevniliga Benjamin og Miu, fara til altars. Í sama mánaði, fegnaðust vit um, at Rósa bleiv fermd. Paul Marx hátíðarhelt hansara seinastu sunnudagsmessu við okkum henda dag 13. sept., áðrenn hann gavst sum okkara sóknarprestur. Vit fara at sakna hann.
Vit gleðast, saman við øllum hesum sóknarbørnum og biðja um, at tey mega vaksa í Harranum. Amen!