Fornlutir skriva føroyingasøgu umaftur

26.06. 2020 | Tíðindi

“Í fornfrøðiliga útgrevstrinum hjá Tjóðsavninum niðri á Bakka á Velbastað, eisini nevndur Kirkjugarðsbakki, er ein fornur rundleittur kirkjugarður, har fornfrøðingarnir hava funnið kristnar gravir.

Í miðjum kirkjugarði er ein lítil kirkju- ella bønhústoft grivin fram. Undir hesi kirkjutoft eru grundarsteinar av eini eldri kirkju, og í moldini undir grundarsteinunum eru brend byggkorn funnin. Í mai 2020 vórðu hesi byggkorn tíðarfest til millum ár 765 og 905…”

Fornlutir skriva føroyingasøgu umaftur – Á Breddanum,  KvF 23.06.2020 (19.min)

 

“Spurnartekin verður nú sett við, um Føroyar veruliga vórðu kristnaðar umleið ár 1000, sum higartil hildið. Tí útgrevstur niðri á Bakka á Velbastað gevur sterkar ábendingar um, at kristin fólk búðu í Føroyum longu um ár 900…”

Søgubøkurnar mugu tillagast – KvF, 19.06.2020  (2.min)

 

Share This