Pávi Frans eggjar øllum at biðja Rósukransin í mai mánaða, ein tíð, tá katolikkar geva Mariu, móðir Jesu, eitt serligt pláss. Hann bjóðar okkum at biðja heima, einsamøll ella í bólkum, og skjýtur upp, at vit halda okkara bøn einfalda. Um vit eru óvon at biðja Rósukransin, vísir hann á, at tað er lætt at finna vegleiðing á alnótini. Hann skjýtur eisini upp tvær nýggjar bønir, sum kunnu verða endurtiknar við endan á Rósukransinum, og sum hann sjálvur vil biðja hvønn dag í felag við okkum øllum í hesi koronafarsóttartíð.
Les meira her: Bed rosenkransen sammen med paven i maj måned
Letter on the Month of May – Full text, including prayers