Pílagrímsferð til Gásadals

4.09. 2018 | Ljósmyndir

Sunnudagin 27. mai. 2018 fór katólska meinigheitin til gongu eftir eini gamlari katóskari pílagrímsleið í Gásadali. Veðrið var gott og sólin skein, men kortini væl av vindi.

Gomul føroysk pílagrímsleið

Í gomlum døgum fóru føroyingar til bønhúsi í Gásadali, at leita sær forbøn frá Sankta Tollaki, ið var biskupur í Íslandi í 1200 talinum. Tollakur var ógvuliga væl lýddur millum vanliga fólkið í Íslandi, meðan hann livdi – og eftir hann doyði.

Axel Torgarð skrivar í Dagar og nøvn í álmanakkanum, at:
“Ein søgnin sigur, at í katólskari tíð var bønhús í Gásadali, sum hevði mynd av Tollaki biskupi, og hagar komu fólk úr øllum landinum at biðja til hansara”. Tollakur varð borin í heim 1133, hann gjørdist biskupur á Skálholti í Íslandi. Eftir deyða hansara í 1193 var tað skjótt at hann var mettur mikið halgimenni serstakliga í Íslandi og í Føroyum.  

Share This