AT BIÐJA
RÓSUKRANSIN
Rósukransurin er eins væl egnaður at biðja
í einsemi sum saman við øðrum.
Rósukransurin byrjar við Trúarjáttanini
á Krossinum, Faðir Vár á tí næstu perluni,
síðan Heil veri tú Maria á teimum trimum
fylgjandi perlunum, Heiður veri Faðirinum á tí
fimtu perluni, her byrja so Loynidómarnir, gingið verður upp høgrumegin á
rósukransinum.
À krossinum verður biðin
Trúarjáttanin:
Eg trúgvi á Gud Faðir, hin
alvalda, skapara himins og jarðar.
Og á Jesus Krist, Guds einborna Son, váran Harra,
sum er
gitin av Heilagum Anda,
borin í
heim av Mariu moy,
pínslaður
undir Pontiusi Pilatusi,
krossfestur, deyður og jarðaður,
niður farin
til heljar,
triðja
dagin staðin upp frá deyðum, farin til himmals,
sitandi við
høgru hond Guds Faðirs hins alvalda,
haðani hann
kemur at døma livandi og deyð.
Eg trúgvi á Heilagan
Anda,
hina
heilagu katólsku kirkju,
samfelag
teirra heilagu,
fyrigeving
syndanna,
uppreisn
likamsins
og lív um
aldur og ævir.
Amen.
Á fyrstu
perluni:
Faðir vár,
tú sum ert
í himnum,
heilagt
verði navn títt,
komi ríki
títt,
verði vilji
tín, sum í himni so á jørð.
Gev okkum í
dag okkara dagliga breyð;
og fyrigev
okkum syndir okkara,
so sum vit
eisini fyrigeva teimum,
ið móti
okkum synda;
og leið
okkum ikki í freistingar;
men frels
okkum frá tí illa.
Amen
Á teimum
fylgjandi perlunum
Heil veri tú, Maria,
full av
náði,
Harrin er
við tær.
Vælsignað
ert tú millum kvinnur,
og
vælsignað er frukt móðurlívs tíns, Jesus.
Heilaga
Maria,
móðir
Guds,
bið fyri
okkum syndarum,
nú og á
deyðastund okkara.
Amen
Millum
4. og 5. perlu:
Heiður veri Faðirinum,
Soninum og
Heilaga Andanum,
sum tað var
í upphavi,
soleiðis nú
og altíð og um allar ævir.
Amen.
Hvør liður
byrjar við “Faðir vár”. Síðan fylgja tíggju ferðir “Heil veri tú, Maria”, har
hugsað verður um tann loynidómin, sum hoyrir til liðin. Liðurin endar við
“Heiður veri Faðirinum.....”
Træskurðurin av Mariu moy úr Kirkjubø er ein eftirgerð av uppruna træskurðinum,
ið finst millum Kirkjubø Stólarnar á Føroya Fornminnissavni.
Ole Jacob Nielsen hevur skorið hann úr føroyskum
viði.
TEIR
GLEÐIRÍKU LOYNDARDÓMARNIR
1)
Bóðan Mariu
“Sí, eg eri
tænastukvinna Harrans”
(Lukas 1. 26-38; Jesaja 7,14)
2) Vitjan Mariu hjá Elisabeth
“Vælsignað ert tú av kvinnum”
(Lukas 1, 39-56)
3) Jesu føðing
“Tí at tykkum er í dag
ein frelsari føddur”
(Lukas 2, 1-20)
4) Jesus verður borin fram í halgidóminum
“Tey fóru við honum niðan til Jerúsalem
fyri at føra hann fram fyri Harran”
(Lukas 2, 22-35;
Jóhannes 1, 9-12)
5) Jesus verður funnin í halgidóminum
“Vistu tit ikki, at eg
eigi at vera í faðirs míns húsi?”
(Lukas 2,
41-52)
TEIR LJÓSAFULLU LOYNDARDÓMARNIR
1)
Dópur Jesu í ánni Jórdan
“Tú ert sonur mín, hin elskaði; til tín havi eg góðan tokka”
(Lukas 3, 15-22)
2) Fyrsta undur Jesu við brúdleypinum í Kána
“Tey havi einki vín”
(Jóhannes 2, 1-11)
3) Boðan Jesu um Guðs ríki og kall hansara til umvending
“Vendið um og trúgvið gleðiboðskapinum”
(Markus 1: 14-15; Matteus 4: 23)
4) Bjartleiki Jesu á fjallinum
“Og klæði hansara vórðu skínandi bjørt ... hvítari enn nakar maður ...
kann fáa tey”
(Markus 9, 2-9)
5) Innseting av tí heilagu kvøldmáltíðini
“Gerið hetta til mínar áminningar!”
(Fyrra Korintbrævið 11, 23-27; Jóhannes 13, 2-20)
TEIR SORGARFULLU LOYNDARDÓMARNIR
1)
Jesu angist í Getsemane
“Men verði tó ikki mín vilji, men tín!”
(Lukas 22, 39-53)
2) Jesus verður húðflongdur
“Men Pilatus læt Jesus húðfleingja og gav hann upp til teirra at verða
krossfestan”
(Matteus 27, 11-26)
3) Jesus verður tornakrýndur
“Teir flættaðu eina krúnu av tornum og settu honum á høvdið”
(Matteus 27, 27-31)
4) Jesus ber kross sín
“Hann bar sjálvur kross sín og gekk út á tann staðin, summ kallaðist
Ennistaðurin”
(Jóhannes 19, 17-22; Lukas 23, 26-32)
5) Jesus doyr á krossinum
“Tað er fullgjørt!”
(Jóhannes 19, 23-37; Lukas 23, 33-46)
Danski listamaðurin Sven Havsteen Mikkelsen
hevur gjørt litaða vindeyga við inngongdina
Og stórt tekin kom til
sjóndar á himni;
kvinna klædd í
sólini,
og mánin var undir fótum
hennara,
og á høvdi hennara var krúna
av tólv stjørnum.
(Opinberingin 12, 1)
TEIR DÝRDARRÍKU LOYNDARDÓMARNIR
1)
Uppreisnin
“Hann er ikki her, men hann er risin upp”
(Lukas 24, 1-8; Jóhannes 20, 11-18)
2)
Himmalsferðin
“Hann varð upp tikin, so teir sóu tað, og eitt skýggj tók hann burtur úr
eygum teirra”
(Ápostlasøgan 1, 3-11; Matteus 28, 18-20)
3) Koma Heilaga Andans
“Teir vórðu allir fyltir av hinum heilaga anda”
(Ápostlasøgan 2, 1-13; Jóhannes 14, 16-21)
4) Maria Moy verður tikin upp í himmalin
“soleiðis skulu øll verða gjørd livandi í Kristi”
(Fyrra Korintbrævið 15, 20-23; Efesusbrævið 2, 4-10; Lukas 1,
46-55)
5) Maria Moy verður krýnd himmaldrotning
“og stórt tekin kom til sjóndar á himni”
(Opinberingin 12, 1-10; Jóhannes 19, 25-27)
Eru fleiri saman,
er vanligt, at ein biður fyri, til dømis biður ein fyrru helvt av Faðir Vár og
hini ta seinnu helvtina, og skiftast so um at biðja fyri.
Tá ið Rósukransur verður biðin, hugleiða vit yvir fimm
loynidómar,
sum kunnu býtast yvir fleiri dagar, til
dømis:
mánadag og leygardag teir
GLEÐILIGU LOYNIDÓMARNAR
hósdag teir
LJÓSFULLU LOYNIDÓMARNAR
týsdag og fríggjadag
teir
SORGARFULLU
LOYNIDÓMARNAR
mikudag og sunnudag
teir
DÝRDARRÍKU LOYNIDÓMARNAR
eisini kunnu allir
biðjast ein dag, um man vil tað.
FATIMA
BØNIN
O mín Jesus fyrigev
okkum syndir okkara,
halt okkum
frá helvitis eldi,
leið allar
sálir inn í Himmalin,
serliga tær
sum treingja mest til Tína miskunn. Amen.
|