KATÓLSKA KIRKJAN, Tórshavn, Fřroyar  (Faroe Islands)

FŘROYSKT · ENGLISH
Vitja kirkjuna  · Tiltřk  · Tíđindi  · Ljósmyndir  · 75 ár í Fřroyum  · Franciskanasystrar  · Trúgv  · Břn

Trúgv

Katólska kirkjan
Messan
Tilbiđjan

 

RÓMVERSKA KATÓLSKA KIRKJAN



Eyđkenni


 

Kátolska kirkjan er ein heimsumfatandi felagsskapur av kristnum, iđ telur u.l. 1.000.000.000 limir.


Kirkjan er býtt sundur í bispadřmi undir leiđslu av einum bispi. Bisparnir hava lćrumyndugleika. Bispurin í Róm (pávin), iđ verđur roknađur sum eftirfylgjari Pćturs, ápostul, er sjónliga tekiniđ um einleika kirkjunnar. Ein útsřgn frá pávanum, tá iđ hann úttalar seg “ex cathedra” (lat. úr lćristólinum) um trúgv og siđalćru, er lýtaleys.


Uppgávan hjá kirkjuni er at bođa gleđibođskapin. Skrivliga keldan er Bíblian. Harumframt hevur kirkjan munnligar keldur, iđ rřkka aftur til frumkirkjuna. Trúarjáttanin, iđ kirkjan nýtir, stavar frá konsiliinum í Nikća (325) og Konstantinopel (381).


Katólska kirkjan hevur 7 sakramenti: dópur, altargangur, ferming, bótarinnar sakramenti, salving teirra sjúku, hjúnalag og prestavígsla. Altargangsgudstćnastan eitur messa. Gudstćnastumáliđ er vanliga móđurmáliđ, men latín, sum fyrr varđ brúkt, kann eisini nýtast.


Til tess at loysa átrokandi andaligar og sosialar uppgávur innan kirkjuna, ella í samfelagnum sum heild, loyvir kirkjan teimum trúgvandi at liva í felagsskapi viđ serligum reglum (t.d. lyfti um at liva ógift, í lýdni og í persónligum fátćkradřmi). Fransiskanasystrarnar eru eitt dřmi um hetta.


Felagsskapurin í kirkjuni rřkkur út um deyđan. Tá kirkjan - eftir áheitan – hevur kannađ líviđ hjá einum menniskja, sum á serligan hátt hevur bođađ Jesus Krist, kann kirkjan lýsa hetta menniskjađ halgimenni at vera. Tá kann ein biđja hann/hana um forbřn. Fremst av halgimenninum er Maria moy.

 

 

 


 

 

Den Katolske Kirke i Danmark Det tror katolikkerne pĺ

 

Over 50,000 Břger til orientering om tin tro:

Sankt Andreas Bibliotek

 

Bispadřmiđ Rom (pávasetriđ)