KATÓLSKA KIRKJAN, Tórshavn, Fřroyar  (Faroe Islands)

FŘROYSKT · ENGLISH
Vitja kirkjuna  · Tiltřk  · Tíđindi  · Ljósmyndir  · 75 ár í Fřroyum  · Franciskanasystrar  · Trúgv  · Břn

Tiltřk

Fatima 2017
Páskaguđstćnastur
Guđstćnastur á jólum
Midnáttarmessa

 

 

 

MIDNÁTTARMESSA Í MARIUKIRKJUNI

 

JÓLASANGIR

 

 

 

 

 

 

 

Nú ringja klokkur jólafest


1. Nú ringja klokkur jólafest,

tćr ringja inn tann hřga gest,

sum undir lágar lonir steig

viđ friđ og fragd á nýársleiđ.


2. O, komiđ viđ til Dávids bý,

har einglar syngja undir ský.

Og gangiđ viđ á hagavřll,

har hirđar hoyra Guđs bođ hvřll.


3. O, fara vit viđ stillum sinn',

sum hirđarnir til barniđ inn,

viđ gleđitárum takki so

for miskunn Guđs og náđibođ.


4. O, Jesus, verřld víđ og long

til vřggu royndist tćr ov trong,

ov vesal, tó viđ gulli reidd

og perlustungin, silkibreidd.


5. Men sřmdir, tign og gull á fold

er fyri tćr bert střv og mold,

sum fjósfřtt barn og reivađ har

eitt himniskt lív tú keypti mćr.


6. Heil so, mín sál, og ver nú glađ

og halt nú jól í Dávids stađ,

ja, prísa Guđi hvřrja stund

viđ dýrdarsong av hjartans grund.


7. Ja, syngiđ řll frá fjall' at strond:

Nú birtist ljós um skuggalond.

Og júst sum midnátthanin gól,

var Jákups stjřrna vorđin sól.


8. Hann kom, ćttfedra vón, á vál,

viđ himnadóp og logamál;

og týđir barn um tún og ong

nú Dávids gátusjón og song.


9. Ver smáttugestur vár og skjól,

halt sjálvur í oss tíni jól,

tá skal viđ Dávids hřrpuslátt

várt nýársljóđ tćr lova hátt.


 



Kvirra nátt


1. Kvirra nátt, heilaga nátt!

Tá Guđs Sonur kom so brátt

oss at bjarga frá veraldar sút,

oss at loysa úr myrkrinum út.

:Tá varđ jólaljós kveikt.:


2. Kvirra nátt, heilaga nátt!

Náđibođ ljóđar hátt,

einglar syngja viđ gleđirřdd:

řll, iđ eru í heimi fřdd,

:ognast nú himnanna dýrd.:


3. Kvirra nátt, heilaga nátt!

Opiđ gjřrdist inn um gátt

til ta ćvigu ljósu hřll,

har sum vit skulu samlast řll.

:Bjarging er komin til jřrđ.:

 


 


Fřgur er foldin


1. Fřgur er foldin, dýrdarríkur himin,

sćl er sálanna jorsalferđ,

um allan heimin, um allar ćvir

tađ syngjandi at himni ber.

2. Řldirnar fara, řldir munnu koma,

ćtt eftir ćtt sřkkur undir mold.

Onga tíđ tagnar ljóđiđ av himni,

sum gleđir sálir her á fold.

3. Einglar tađ kvóđu jólanátt for hirđum,

mann eftir mann hoyrdist sama lag:

Friđur á foldum, menniskja, frř teg,

tćr fřddur frelsari er í dag.


 


 

Ein rósa nú er funnin


1. Ein rósa nú er funnin, sum spámenn sřgdu frá,

av Ísai rót upprunnin so undurbjřrt at sjá,

hon blómar frísk og fríđ

mitt í tí kalda vetri á myrku náttartíđ.

2. Um rósu, vit viđ meina, spátt av Jesaja var,

moy Maria hin reina tađ himmalblomstur bar,

og Harrans milda makt

tađ undurverkiđ gjřrdi, sum spámenn hřvdu sagt.

3. Guds rósa alvćl angar, hon lýsir gjřgnum nátt.

Og tá tađ ljós oss fangar, vit prísa Guđi hátt

viđ halgum einglalag:

Vár Frelsari er fřddur, og náttin varđ til dag.

 


 


Trúgvandi sálir


1. Trúgvandi sálir, leitiđ allar hagar,

komiđ viđ gleđi til Betlehems!

Einglanna kongur, hann er her til stađar.

O, kom, lat oss tilbiđja,

O, kom, lat oss tilbiđja,

O, kom, lat oss tilbiđja, Jesus vár Guđ!



2. Seyđamenn brátt frá fylgi sínum fara,

lýđa so glađir á einglabođ;

latum oss hittast í tí halga skara.

O, kom, lat oss tilbiđja,

O, kom, lat oss tilbiđja,

O, kom, lat oss tilbiđja, Jesus vár Guđ!


3. Fađirsins avmynd barniđ her vit finna,

jomfrúgvin fřddi tađ jólanátt;

alvaldis drott nú reivar reina kvinna.

O, kom, lat oss tilbiđja,

O, kom, lat oss tilbiđja,

O, kom, lat oss tilbiđja, Jesus vár Guđ!


4. Syndara sálum frelsu fult at veiđa

kom hann her niđur til armóđsbú;

latum so Jesus alt várt hjarta eiga.

O, kom, lat oss tilbiđja,

O, kom, lat oss tilbiđja,

O, kom, lat oss tilbiđja, Jesus vár Guđ!

 

 

 

GLEĐILIG JÓL!